Ongi úrslit

Ein fiktivur bólkur er nummar eitt í USA

© Netflix
Soundvenue
Í gjár kl. 12:30

Fyrsta plássið á amerikanska staklistanum Billboard Hot 100 hevur ein bólkur inntikið, har allir tríggir limirnir eru fiktivir.

Hetta eru teknipersónarnir Rumi, Mira og Zoey, sum saman mynda poppbólkin Huntr/x í núverandi Netflix hittinum ‘KPop Demon Hunters’, hvørs soundtrack sum heild njótir stóra succes í hesum døgum.

Bólkurin var ovast á staklistanum við sanginum ‘Golden’, sum eisini kom á nummar eitt í Avstralia, Týsklandi, Malaisia, Nýsælandi, Singapore, Taiwan, Bretlandi og á Billboard Global 200.

Aftanfyri kullisirnar er lagið sungin av Ejae, Audrey Nuna og Rei Ami.

Ejae, sum er tann sangarinnan, sum søguliga hevur arbeitt mest við K-pop-sjangruni, skrivaði sangin saman við films- og sjónvarpssangskrivaranum Mark Sonnenblick.

David Guetta gav út eina offisiella remix av ‘Golden’ í juli, men tað er upprunaliga útgávan, sum er komin upp á nummar eitt.

Billboard legði eisini til merkis, at við ‘Golden’ er tað fyrstu ferð síðani Destiny’s Child hevði hittið ‘Bootylicious’ í 2001, at hittlistan hevur havt ein bólk við minst trimum limum, sum eru kvinnur.

Tað er eisini fyrstu ferð, at 1. plássið hevur tikið ein K-pop sang, sum fyrst og fremst verður sungin av kvinnum.

Øll undanfarnu 1. plássini úr teirri sjangruni hava antin verið frá BTS ella frá solokarrieruni hjá BTS-limum.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at ein fiktivur bólkur hevur tikið fremsta plássið. So seint sum í 2022 var hittlistan ovast við ‘Vit tosa ikki um Bruno’ sungið av persónum úr Disney filminum ‘Encanto’.

Onnur fyrrverandi 1. pláss fyri fiktivar bólkar eru 'Sugar Sugar' hjá The Archies frá 1969 og 'The Chipmunk Song (Christmas Don't Be Latr)' hjá Alvin and the Chipmunks frá 1958.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14