Ongi úrslit

Ein donsk rødd á Fólkatingi

Óli Jákup Jacobsen, Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið
20. mars kl. 12:07

Vit sóu í farnu tingsetu ein fólkatingslim halda uppá at røða á grønlendskum, hóast ongin skilti eitt petti – sjálvandi. Tað er sjálvandi hennara fulli rættur, og hon fekk eisini nógv uppmerksemi av hesum – men kanska ikki so nógv úrslit.

Hvat vilja vit brúka fólkatingssessin til? Vit kunnu brúka hann til at larma. At hvíla. At spæla offur. At ákæra danskarar fyri at hava snýtt okkum. At skapa loysingarøsing. At leggja føroyskar ósemjur á blik. At avnokta veruleikan, at málsøki sum trygd, verja og rættarmál eru donsk.

Javnaðarflokkurin heldur hinvegin, at fólkatingssessurin skal takast í álvara, har vit fyrst og fremst umboða Føroyar og føroysk áhugamál. Ikki við sirkus og gøgl, men við nærløgdum arbeiði og skynsomum grundgevingum – ja, og onkrum góðum og stuttligum røðum eisini. Úrslitið er úrslit (og virðing).

Verði eg valdur á Fólkating, fari eg sjálvandi ikki at røða á føroyskum. Eg fari at vera ein donsk rødd – sum umboðar Føroyar og føroysk áhugamál á bestan hátt.

Óli Jákup Jacobsen

Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01