Ongi úrslit

Ein aftrat skiftir úr NSÍ og til EB/Streym

Fyri aðru ferð í vetur skiftir ein leikari frá NSÍ til EB/Streym

Jóannes Hansen
15. desember 2024 kl. 22:38

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboða barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um løgmanssteypið, umframt 5 dystir úti í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til.

“Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum“ sigur Mórits Heini í viðmerking til heimasíðuna hjá EB/Streymi.

Og í EB/Streymi fegnast vit eisini um tilgongdina av Mórits Heina.

“Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv” sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.

Fyri stuttum skrivaði álopsspælarin Búi Egilsson undir sáttmála við EB/Streym, eftir at hann seinastu árini hevur spælt við NSÍ.

Felags fyri Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen er, at teir síðsta kappingarár hgøvdu ilt við at vinna fast pláss á besta liðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43