Her eru nøkur av mínum hjartamálum. Gott val!
Eg havi fleiri ferðir fingið spurningin, um eg kann fara av økinum, eg starvist á, og tað taki eg sum eitt stórt herðaklapp. Hinvegin síggi eg hetta sum eitt heilt natúrligt næsta fet á leiðini í mínum arbeiði fyri menniskjum, ið á ein ella annan hátt tørva eina hond.
Eg starvist til dagligt sum leiðari í átakinum RÓWT, fyrr Megna títt lív.
Hetta er eitt átak, sum hevur sum kjarnuuppgávu at gera uppsøkjandi og samskipandi arbeið millum nøkur av okkara ungu, ið hava tað allar truplast.
Seinastu árini hava vit verið eygnavitni til, hvussu nógv av okkara ungu stríðast. Vit síggja, hvussu mynstrið hjá teimum, ið regulera sínar kenslur og sjálvmedisinera, broytist. Tað eru fleiri og sterkari rúsevnir í umferð enn fyri bara fáum árum síðani.
Hetta mugu vit gera nakað við. Bæði tá tað kemur til at steðga útboðnum, og tá tað ræður um at minka talið av teimum, ið enda í eini so svárari støðu, at sterkur rúsur verður teirra háttur at koma ígjøgnum dagin.
Eg havi eisini havt nógvar samrøður við avvarðandi, sum, troytt og uppgevandi, ikki vistu síni livandi ráð. Og fleiri ferðir visti eg heldur ikki – og tað plágar meg.
Hetta er galdandi fyri alt økið, ikki einans tey, ið hava tað allar truplast.
Arbeiðið eigur og má byrja heilt tíðliga, so at vit fáa møtt menniskjum rætt og stimbra tey væl, áðrenn tað er so seint, at tað verður tungt og trupult at fáa hjálpt.
Ymisku skipanirnar og tilboðini gera sítt besta, ikki einans á hesum økinum, men eisini á øllum økjum, har menniskju tørva eitt hvørt.
Her er tað tó ov ofta, at fólk ikki finna runt. Fólk blíva ørkymlað og móð.
Ein hurð! – hetta eigur ikki at vera ein trupulleiki. Tað má bera til at hava eina sentrala inngongd, sum upp á tvørs av geirum kann taka ímóti fólki. Her kann man samstundis seta sjóneykuna á, um tað eru hol, har fólk detta niður ímillum, og um tað eru yvirlapp, so dupultfunktiónir uppstanda.
Tað er umráðandi, at vit fáa eitt betur skipað rehabiliteringsøki í Føroyum. Tað skal vera nógv meiri samanhangur í – heilt frá sjúkubyrjan og fram til tað úrslit, ið kann náast. Vit skulu gera meira í Føroyum og, aftur her, duga betur at fara upp á tvørs av geirum, bæði tá tað kemur til heilsu- og almannaverk, men eisini tá tað kemur til tað almenna mótvegis tí kommunala.
Tað skal hyggjast nærri at økinum kring bíðilistar í psykiatriini. Fokus eigur at leggjast breiðari, so vit ikki eru so diagnosufokuserað, men at hjálpin byrjar, tá tørvur er staðfestur. Og vit mugu ikki bara flyta fløskuhálsar.
Á økinum kring samskifti – heilt frá smábørnum og fram til eldri fólk – skal tað vera gjørligt at fáa hjálp til samskifti, óansæð um talan er um taluvenjing av onkrum slag ella alternativt samskifti.
Tað má og skal gerast lættari hjá fólki at seta búgv í Føroyum. Hetta kann millum annað gerast við at upprætta ein bústaðargrunn, sum flokkurin nevnir. Tað kann ikki vera rætt, at so nógv vælbjargað fólk hava trupult við at seta føtur undir egið borð. Hvussu skal tað tá ganga hjá okkara kæru ungu, sum stríðast mest? Tey sleppa jú slett ikki upp í part.
So kæru veljarar – farið á val og veljið Sambandsflokkin.
Og setið gjarna tykkara kross við Magna Højgaard.