“Okkara” Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, ella “Sissal” sum Evropa kennur hana, hevur óivað verið eftirspurgd av øllum heimsins miðlafólki, síðani hon kom heim úr Basel.
Hon hevur enn eitt sindur hása rødd, aftaná hennara rimmar avrik á pallinum. Ein framførðsla sum hon kláraði til UG, hóast bruna í stemmibondinum og medisinviðgerð.
Sissal er vorðin víðakend, ikki bara sum ein framúr sangarinna, men eisini sum ein positiv og savnandi kvinna.
Hon hevur við sínari jaligu persónligheit lyft stemningin, og hevur skapað vinarbond og felagsskap á Eurovision, sum tey ikki hava sæð fyrr. Fólk hava havt tað stuttligt saman í Basel.
EBU (fyriskipararnir) skylda Sissal eina stóra takk fyri hennara innsats. heldur Torbjörn Ek, ein svenskur Grand Prix-serfrøðingur. Hann rósar hennara sterku nærveru á pallinum, og er sera imponeraður av hennara rødd.
Dimma.fo spurdi Sissal hvørjar tankar hon hevur gjørt sær um hesar jaligu meiningar um hennara person.
-Eg havi bara verið eg, allan vegin ígjøgnum. Tað eg innihaldi, hevur opinbart givið øgiliga nógv til felagsskapin í Basel, ella Eurovision sum heild. Tað haldi eg er stuttligt at síggja, tí tað hevur ikki verið tilætlað.
-Jú, altso eg samli fólk og skapi felagsskap, men tað hevur ikki verið tilætlað at eg skal “bjarga” stemninginum, sigur Sissal og heldur fram
-So ja, eg fái ræðuliga nógv fitt orð, og eg seti øguliga stóran prís uppá tað.