Ongi úrslit

Eftirútbúgvingarleisturin er ein góð byrjan

Vit hava sóknast eftir eftirútbúgvingum í nógv ár; tað hevur stóran týdning at koma gott í gongd, tí vit vita, at eftirútbúgving hevur týdning fyri, at lærarar trívast í sínum yrki;

© Mynd: skulabladid.fo/Ólavur Frederiksen
Jacob Eli Olsen formaður í Føroya Lærarafelag
skulabladid.fo
18 tímar síðan

Vit vóna, at nógvir lærarar fara at søkja um upptøku til eftirútbúgving, og at skúlastjórar geva lærarum tíð og umstøður, soleiðis at teir kunnu eftirútbúgva seg sum part at arbeiðstíðini.

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

At eftirútbúgva seg og samstundis arbeiða fulla tíð kann vera møtimikið hjá nógvum; tí heitir formaðurin í Føroya Lærarafelag á skúlastjórar at gera ymsar skipanir, soleiðis at lærarar kunnu fara undir eftirútbúgving og samstundis røkja lærarastarvið. Fyri at søkja um at sleppa undir eftirútbúgving, má skúlastjórin játta. Hevur lærarin tryggjað sær tað, verður undirvísingin goldin.

- Tað hevur stóran týdning, at lærarar fáa tíð at útbúgva seg sum part av arbeiðstíðini. Tað kann gerast á ymsan hátt, eitt nú at lærari verður leysur av undirvísingini onkran dag, ella at hann fær arbeiðstíð setta av til útbúgvingina.

Fyrstu skeiðini, sum eru boðin út, eru tøknifatan, flokslærarin og samstarv, undirvísingarlæra í lívfrøði, mál-, lesi- og skrivimenning, mentanar- og málsligt fjølbroytni og konfliktfatan. Til hvørt av skeiðunum eru 25 lestrarpláss.

- Øll evnini eru viðkomandi og tørvur á. Vit kundu sjálvandi hugsað okkum fleiri, men tá ið tað skal verða eitt úrval at byrja við, so er hetta ein fín byrjan. Vit hava sóknast eftir eftirútbúgvingum í nógv ár; tað hevur stóran týdning at koma gott í gongd, tí vit vita, at eftirútbúgving hevur týdning fyri, at lærarar trívast í sínum yrki; við útbúgvingini vera lærararnir eisini betur fyri at røkja sína uppgávu á bestan hátt. Tey, sum hava eftirútbúgving innan ávís øki, gerast færri og færri fyri hvørt ár, og innan summi øki stendur longu á at fáa fólk við serútbúgving at røkja seruppgávur.

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at tað er skilagott at fara undir fleiri skeið í senn ístaðin fyri sum vit hava verið von við eitt ella fá í senn.

- Tað góða við hesum leistinum er eisini, at lærarin kann brúka ta nýggju vitanina og førleikarnar, hann fær í útbúgvingini, alt fyri eitt, hóast tað tekur tíð hjá honum at gera seg lidnan við alla eftirútbúgvingina. Sjálvsagt kunnu vit grundgeva fyri, at onnur skeið, enn tey, sum eru boðin út, eiga at koma á listan, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at seta alt í gongd í senn, og at skeiðini onkursvegna mugu passa til tað, sum ber til á Námsvísindadeildini við teirri læraraorkuni, sum er til taks í løtuni. Vit rokna eisini við, at sum frá líður fer starvsfólkahópurin á læraraútbúgvingini at vaksa, og Námsvísindadeildin fer at gera samstørv við aðrar lærustovnar, so at skeið í fleiri økjum fara at vera boðin út komandi árini. Skuldi eg sett orð á ymiskt, sum ikki er á skránni í fyrstu syftu, so kundi tað verið evni so sum ítrótt og rørslu, íverksetan og verkætlanararbeiði, undirvísingarlæra í fremmandamáli og barna- og ungdómsbókmentir í føroyskum.

Tá ið lærarin hevur tikið trý skeið, kann hann taka náms- og sernámsfrøðilig ástøði, sum er 10 ECTS-stig, námsfrøðiligar kanningar, sum er 5 ECTS-stig og síðan at enda eina masterritgerð, sum er 15 ECTS-stig. Hetta er tað, sum skal til at gerast master í námsfrøði.

- Tað er tørvur á neyvari vitan í fólkaskúlanum fyri at møta øllum krøvum og tørvi, sum er. Leisturin er gjørdur soleiðis, at allir lærarar kunnu melda seg til, bæði teir, sum hava gomlu læraraútbúgvingina, og teir við bacherlorútbúgvingini. Tað er gott, tí gamla læraraútbúgvingin hevur eisini sínar dygdir. Tað er fyrst og fremst lærarar, sum hava verið í yrkinum nøkur ár og hava royndir í yrkinum, sum skeiðini eru ætlað.

Verða skeiðini fullteknað, eru 150 lærarar undir eftirútbúgving komandi heyst. Tað fer at gera stóran mun.

- Um eini fimm ár síggi eg fyri mær, at vit hava eini 40-50, sum hava tikið eina master í námsfrøði. Tað hevur ongantíð staðið á at fingið umsóknir til eftirútbúgvingarnar fyri lærarar; at lærarar kunnu eftirútbúgva seg fer at gera tað uppaftur meiri tiltalandi at fara undir læraralestur og arbeiða sum lærari, tí eftirútbúgvingarnar eru fleiri og viðkomandi. Út frá stóra áhuganum hjá nógvum lærarum og skúlastjórum rokni við, at nógvir lærarar fara at melda seg til; vit í Lærarafelagnum vóna, at skeiðini verða fult teknað við lærarum.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00