Ongi úrslit

Edvard hevur takkað fyri seg

Leygardagin takkaði ein av okkara fremstu hjálpardómarum, rituvíkingurin Edvard Højgaard fyri seg í fremstu deildini hjá monnum

Tíðindaskriv
27. oktober kl. 11:45

– Hetta hevur verið ótrúliga spennandi at vera partur av, og eg havi veruliga nýtt hvørja løtu. Men alt fær ein enda, og eg haldi at tíðin nú var komin at takka fyri seg, og lata stafettina víðari til yngri kreftir.

Tað sigur nú fyrrverandi hjálpardómarin, Edvard Højgaard úr Rituvík, ið leygardagin dømdi sín síðsta dyst í fremstu deildini hjá monnum.

Nærum hvørt vikuskifti seinastu nógvu árini hevur Edvard verið at sæð á vøllunum kring landið, har hann við kønari hond av síðulinjuni hevur verið ein hollur stuðul hjá dómarunum. Og nú hann takkar fyri seg er samlaða talið av dystum væl omanfyri 600.

– Av givnum orsøkum er orkan ikki tann sama longur, sum fyri 30 árum síðani, tá eg byrjaði at døma, sigur Edvard Højgaard, sum í summar fylti 50 ár.

Fótbóltssamband Føroya vil takka Edvardi Højgaard fyri trúgva tænastu, og møguliga verður hann at síggja í øðrum uppgávum fyri FSF framyvir.

Seinasta kvintettin, ið Edvard Højgaard var partur av í fremstu deildini hjá monnum – Mynd: FSF.fo

Myndir: FSF.fo

Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20