EB sett íslendskan høvuðsvenjara í kvinnuhondbólti

Nýggja liðið í bestu kvinnudeildini í hondbólti hevur sett 44 ára gamla Kristinn Guðmundsson í starv sum venjari hjá besta kvinnuliðnum, og harumframt skal hann eisini hava ábyrgdina av allari ungdómsvenjingini. Talan er um ein venjara við ógvuliga drúgvum royndum

Sveinur Tróndarson
7. mai 2021 kl. 10:45

Næsta ár skal EB aftur, og fyri fyrstu ferð í øgiliga nógv ár, royna seg í bestu kvinnudeildini í hondbólti, og nú eru fyrireikingarnar til kappingina av álvara farnar í gongd.

Í dag boðar EB frá á heimasíðu síni, at felagið hevur sett nýggjan venjara, sum bæði skal taka sær av besta kvinnuliðnum og hava ábyrgdina av allari ungdómsvenjingini.

Talan er um tann 44 ára gamla Kristinn Guðmundsson, sum hevur verið í Íslandi og í Noregi í útvið 20 ár. Og samstundis sum hann hevur vant vaksin hevur hann eisini vant børn og ung, og tí er talan um eina øgiliga royndan venjara.

Kristinn Guðmundsson hevur verið venjari í bestu íslendsku mansdeildini í 12 ár, hann hevur verið venjari í bestu íslendsku kvinnudeildini í tvey ár og í næst- og triðbestu norsku kvinnudeildunum í fimm ár.

Á Eiði skal hann vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum, men harumframt skal hann "hava høvuðsábyrgdina av allari venjing og skal í góðum samstarvi við venjararnar hjá EB menna ungdómin í felagnum", sum tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá EB, eb.fo.

Seinastu árini hevur EB arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni, og tað er hetta fundamentið, sum tað nú skal byggjast víðari á.

Sjálvt um EB ikki hevur verið so frammarlaga í føroyskum hondbólti seinastu nógvu árini, so telist felagið millum tey elstu í landinum. Og fyrr var felagið umboðað bæði í bestu kvinnudeildini og í bestu mansdeildini.

Tá nýggj høll kom í bygdini byrjaði hondbólturin av nýggjum, og seinastu árini hevur ungdómsarbeiðið verið skipað, og tað er so í ár endað við, at felagið fekk møguleikan at melda liðið til í bestu kvinnudeildini næsta ár, og í samráð við HSF var gjørt av at taka av.

Tað eru tær fyrireikingarnar, sum nú eru endaðar við, at avtala er gjørd við Kristinn Guðmundsson, og nú skulu venjarar so finnast til tvey ungdómslið, ein málmansvenjari skal finnast og ein styrkivenjari, skrivar felagið á heimasíðu síni.

Kristinn Guðmundsson byrjar í starvinum 1. juli, skrivar eb.fo.