Ongi úrslit

Dýrari at ferðast í summar - Prísir á flogferðum hækka munandi

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
9. juli kl. 14:15

Tað verður als ikki lætt at finna bíligar flogferðir í Evropa í løtuni. Prísirnir hava tikið seg upp, og tað sæst týðiliga, um ein hyggur eftir flogferðum og ymiskum heimasíðum. 

Sambært einum nýggjum yvirliti frá Flyprisindex eru prísirnir á ferðaseðlum hægri enn miðaltalið fyri 2024. Felagið hevur serliga kannað fyrstu heilu vikuna í august – viku 32, sum byrjar mánadagin 4. august – og har bendir alt á ein greiðan prísvøkstur.

Sambært danska TV2 verður eisini víst á, at hækkingin í flogferðaprísum ikki bert sæst úr Føroyum, men eisini úr grannalondunum, tildømis í týskum flogvallum – eitt nú í Hamborg.

Men prísmunurin er mest eyðsýndur í Danmark, har allar tríggjar høvuðsflogvallirnar hava beinleiðis sambond við Føroyar. Har vísir nýggja kanningin, at prísirnir hava hækkað nógv samanborið við í fjør:

  • Í Aalborg er vøksturin á 12 prosent.

  • Í Keypmannahavn er talan um ein prísvøkstur upp á 30 prosent.

  • Og úr Billund eru ferðaseðlarnir nú heilt upp í 63 prosent dýrari enn í fjør.

Hetta merkir, at ferðandi úr Føroyum – ella til Føroya – noyðast at rokna við munandi hægri útreiðslum, serliga um tú ætlar tær út at ferðast í summarfrítíðini.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14