Seint í gjárkvøldið, um midnáttarleiti, hoyrdust tveir brestir í einum grannalagi í Hoyvík.
Løgreglan var á staðnum, men fann einki illgrunavert. Tó siga tey at tey funnu hálvlitursfløskur, sum vóru brostnar. Løgreglan sigur, at alt bendir á, at talan var um dreingjalótir, har tey hava tikið krút úr fýrverki og koyrt í fløskur, og sett fjús í, og so fest í.
Eingin skaði hendi, men løgreglan sigur, at slíkt kemur fyri av og á.