Ongi úrslit

David Kitson til Tonik 2026

TONIK kunnger David Kitson – fyrrverandi Premier League-spælara og rithøvundin aftan fyri “The Secret Footballer”

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

TONIK kunnger nú, at David Kitson verður ein av røðarunum á Tonik 2026. Kitson er fyrrverandi Premier League-fótbóltsspælari og í dag kendur sum fyrilestrahaldari, coach og metsølu-rithøvundur, sum setur orð á tað, sum ofta liggur fjalt aftan fyri avrik, úrslit og trýst.

Á Tonik fer David Kitson at halda framløguna:

“What’s Not Good for the Hive Is Not Good for the Bee”

David Kitson hevði eina yrkisleið á hægsta støði í enskum fótbólti við m.a. Reading FC, Stoke City og Portsmouth. Hann var ein týðandi partur av Reading-liðnum, sum vann Championship við metúrsliti, og hann skoraði eisini fyrsta Premier League-málið í søgu felagsins. Hann hevur harumframt sett fleiri felagsmet og er ein av bert fáum bretskum spælarum, sum hevur skorað í øllum deildum og innlendskum steypakappingum.

Uttanfyri vøllin er Kitson víðakendur sum røddin aftan fyri “The Secret Footballer”, eina nógv umrødda og slóðbrótandi greinarrøð í The Guardian, sum gav eitt óvanligt innlit í lívið í toppfótbólti. Greinarrøðin førdi til sjey Sunday Times metsølubøkur, m.a. altjóða nummar eitt-bókina I Am The Secret Footballer, sum er umsett til 37 mál. Hansara ærligu frásagnir um m.a. sálarliga heilsu, avrikstrýst og mentanina í elituítrótti vóru við til at kveikja kjak og broytingar, sum eisini førdu til størri dent á sálarliga heilsu og betri karmar í ítróttinum.

Í fyrilestri sínum á Tonik nýtir Kitson persónligar frásagnir og upplivingar úr elituheiminum til at tosa um evni sum samstarv, mótstøða, identitet, motivatión og sálarliga heilsu – og hvat vit øll kunnu læra av trýstinum, væntanunum og mentanini, sum eyðkennir toppavrik.

Við síðuna av fyrilestrum og miðlavirksemi (m.a. Sky Sports, TalkSport og CNN) er Kitson eisini virkin sum coach og lærari. Hann hevur stovnað Dave Kitson Academy og arbeiðir við einum greiðum fokus á gleði, motivatión, ágrýtni og eyðmýkt.

Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.


Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02