Ongi úrslit

David Beckham er vorðin riddari

Fyrrverandi yrkisfótbóltsspælarin er vorðin riddari av Charles kongi

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
7 tímar síðan

David Beckham eitur ikki bert David Beckham longur. Nú eitur hann Sir David Beckham.

Fyrrverandi yrkisfótbóltsleikarin varð kosin riddari av Charles kongi á Windsor Castle týsdagin.

Beckham hevði konu sína við, Victoria Beckham, sum eisini sniðgav klæðini, sum hann var í, og hann hevði eisini foreldrini Ted og Sandru við sær.

David Beckham fekk riddaraheiðurin fyri síni stóru átøk innan ítrótt og næstakærleika.

Umframt sína fótbóltsyrkisleið – sum byrjaði í Manchester United og seinni førdi hann til fótbóltslið sum Real Madrid og Paris Saint Germain – hevur hann eisini verið sendiharri fyri UNICEF.

Í fjør varð hann eisini settur sum sendiharri fyri King's Foundation, sum er ein næstakærleiki, sum hevur fokus á útbúgving, sum Charles kongur setti á stovn í 1990.

– Eg havi altíð verið royalistur. Eg eri uppvaksin í eini familju og einum heimi, har ið alt, sum hevði við kongshúsið at gera, varð hávirt og elskað. Tá ið kongur bað meg vera partur av hansara grunni, kendi eg meg privilegeraðan, og eg ringdi beinanvegin til mammu mína at boða henni frá, segði David Beckham.


Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20