- Legg einki út á tín almenna Facebook-vanga!
Tað eru hyggjuráðini frá Dátueftirlitinum, nú tøknirisin META, sum millum annað eigur Facebook, fer at byggja sín egna vitlíkispall, og í tí sambandi ætlar at nýta persónligar upplýsingar hjá brúkarum sínum.
Facebook-brúkarar í ES hava fingið freist til í dag at boða frá, um tey ikki vilja, at META skal nýta persónligar upplýsingar.
Enn ber ikki til at siga við vissu, hvussu støðan hjá føroyskum brúkarum er, sigur Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftilitinum.
Á Facebook sæst í dag at ógvuliga nógv fólk deila hettar uppslagið um, at tey ikki loyva META at brúka teirra data. Ofta hevur verið mangt og hvat deilt, sum ikki heilt passar tá avtornar.
Men tá Dátueftirlitið kemur við ávaring er betur at vera ansin.