Danski Eindarlistin til reiðar at hjálpa føroyskum kvinnum at fáa fosturtøku í Danmark

Eindarlistin og Tey Radikalu hava skotið upp, at brúka 20 milliónir krónur yvir fýra ár fyri at hjálpa pólskum kvinnum at fáa fosturtøku í Danmark. Nú ynskir danski Eindarlistin at gera tað sama fyri føroyskar kvinnur, ið ynskja at fáa fosturtøku. Óvist er, hvussu nógvar kvinnur, ið hava bústað í Føroyum, fara til Danmarkar at fáa fosturtøku

Sigurjón Einarsson
24. juli 2021 kl. 13:12

Danski Eindarlistin og Tey Radikalu – sum eisini fáa stuðul frá Vinstraflokkinum – skjóta upp, at veita 20 milliónir krónur yvir fýra ár, fyri at hjálpa kvinnum í Póllandi at fáa fosturtøku í Danmark.

Tað vakti ans um allan heimin, tá Pólland herfyri samtykti lóg, ið bannaði fríari fosturtøku í landinum.

Men stendur tað til danska Eindarlistan, so skal sama tilboð bjóðast føroyskum kvinnum, ið ynskja at fáa fosturtøku framda í Danmark, hóast Føroyar hava egna lóggávu á økinum.

– Í Eindarlistanum eru vit ikki bangin fyri at leggja trýst á Føroyar, hóast tey hava egnar lógir á økinum. Grundin til, at vit ynskja at gera hetta átakið fyri kvinnur í Póllandi er tí, at tað er meira aktuelt júst nú, men vit hava ikki røriangist, tá tað kemur til ríkisfelagsskapin, sigur Pernille Skipper úr danska Eindarlistanum við Information.

Pernille Skipper, ið er framsøgufólk í heilsumálum fyri Eindarlistan, vísir á, at rættindi hjá kvinnum er eitt altjóða evni og nevnir millum annað orsøkina, at Danmark nú eigur at geva pólskum kvinnum møguleika at fáa fosturtøku framda í Danmark er tí, at Pólland gav donskum kvinnum møguleika at ferðast til Póllands at fáa fosturtøku áðrenn 1973, tá Danmark fekk fría fosturtøku.

Óvist hvussu nógvar kvinnur í Føroyum fáa fosturtøku í Danmark

Hóast tað ikki er frí fosturtøka í Føroyum, so er óvist, hvussu nógvar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, men í 2017 spurdi táverandi fólkatingsumboðið Magni Arge táverandi heilsumálaráðharran, Ellen Trane Nørby, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið.

Í svarinum segði Ellen Trane Nørby, at í miðal var tað okkurt um ein kvinna um árið, sum er skrásett at búgva í Føroyum, hevur fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, frá 1996 til 2016 – í alt 22 kvinnur.

Tað siga tølini, sum danska heilsuverkið hevur.

Allar lógligar fosturtøkur í Danmark, sama um tær eru gjørdar á sjúkrahúsum ella á klinikkum, skulu fráboðast Sundhedsdatastyrelsen.

Í svarinum til Magna Arge tá, segði Ellen Trane Nørby eisini, at hetta talið kundi vera størri, tí bústaðurin hjá øllum kvinnum, sum Sundhedsdatastyrelsen fær fráboðan um, er ikki nevndur í fráboðanini.

Fyri at sýna umhugsni, ger Sundhedsdatastyrelsen ikki ein lista, sum sigur, hvussu nógvar lógligar fosturtøkur eru hvørt einstakt ár.