Ongi úrslit

Danska heilsustýrið: Kvinnur við barn og kvinnur, ið hava barn á brósti, kunnu gott verða koppsett

Tað hevur ikki verið møguligt hjá kvinnum, ið bera barn undir belti, ella kvinnum, sum geva bróst, at verða koppsett, men nú hevur danska heilsustýrið nóg mikið av vísindaligum sannroyndum, ið skjalprógva, at fyrimunurin við at koppseta klárt vigar upp ímóti vansunum

Sigurjón Einarsson
21. juli 2021 kl. 09:12

Nógv av okkum hava longu fingið fyrra prikið ella eru liðug koppsett.

Hetta er tó ikki galdandi fyri kvinnur, sum bera barn undir belti, ella kvinnur, ið geva bróst, sum inntil víðari ikki hava havt møguleikan at verða koppsett vegna væntandi hagtøl.

Men í dag sigur danska heilsustýrið, at hesin bólkur gott kann bíleggja sær tíð til at verða koppsett, tí heilsustýrið sigur seg nú hava fingið nóg mikið av vísindaligum sannroyndum, men eisini av royndum frá øðrum londum.

– Nógv lond hava eftirhondini fingið víðfevnandi royndir við koppsetan av kvinnum, sum bera barn undir belti, og kvinnum, ið geva bróst, við mRNA-koppingarevnum frá Pfizer-BioNtech og Moderna. Hesi lond eru millum annað Ísrael, USA, Kanada og Skotland, skrivar danska heilsustýrið í einum tíðindaskrivið, sambært DR.

Danska heilsustýrið mælir til, at kvinnur, ið bera barn undir belti, í 2. trý mánaða tíðarskeiðið (viku 13) og í 3. trý mánaða tíðarskeiðið og kvinnur, sum geva bróst, eisini verða koppsett fyri koronu.

Til ber eisini at verða koppsett í 1. trý mánaða tíðarskeiðnum, men tað skal vera eftir avtalu við ein lækna, upplýsir danska heilsustýrið.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40