Ongi úrslit

Dánjal flytur heim til Neistan

Dánjal Ragnarsson flytur úr VÍF, har hann spældi farna kappingarár

Dánjal Ragnarsson saman við høvuðsvenjaranum hjá monnum, Scott Harrington
Neistin/Tíðindaskriv
Í gjár kl. 14:28

Nú er greitt, at evnaríki bakspælarin, Dánjal Ragnarsson, komandi árini aftur fer at spæla við barndómsfelagnum, Neistanum.

Dánjal Ragnarsson kemur úr VÍF, har hann spældi farna kappingarár, eftir at hava roynt seg hjá IBV Vestmannaeyar í Íslandi í nøkur ár og bleiv íslendskur meistari.

24 ára gamli vinstri bakkurin fer við sínum royndum at styrkja um besta liðið hjá monnum og fer harumframt at venja ungdómin hjá Neistanum.

"Hetta eru sera góð tíðindi! Dánjal er uppældur hjá Neistanum, hevur fingið góðar royndir og hevur ment seg sum leikari uttanlands og í øðrum feløgum - og nú kemur hann heim aftur at spæla og læra frá sær", sigur Scott Harrington, høvuðsvenjari, sum leggur stóran dent á, at Dánjal Ragnarsson í venjaraleiklutinum eisini fer at menna ungdómin í felagnum við sínum góða hugburði og royndum.

Vit ynskja Dánjali hjartaliga vælkomnan heim!

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48