Ongi úrslit

Dagur tvey á Summar Festivalinum verður skotin í gongd í kvøld

Fríggjakvøldið á Summar Festivalinum hevur eina pakkaða skrá við stórum útlendskum og føroyskum nøvnum

Ragnar Sjurðarson
8. august kl. 17:25

Fyrsti dagurin á Summar Festivalinum er farin aftur um bak, og klokkan 19.00 byrjar skráin á degi tvey.

Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Kalas fara at framføra.

Konsertin við høvuðsnavninum UB40 er framskundað til klokkan 20.30, tá Vágsbøur verður karmur um fleiri stór altjóða hitt.

Er tað ein bólkur, ið hoyrir til Summar Festivalin er tað Dynamit, sum bjóða til veitslu á Vágsbø klokkan 01.00.

Swardi endar dag tvey á Summar Festivalinum við einum braki klokkan 03.00.

Veðurforsagnirnar boða tíverri ikki frá góðum, og fer tað helst at regna tað mesta av kvøldinum.


Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14