Ongi úrslit

Dagføring av krøvum til stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2021

Ein broyting er gjørd í lýsingartekstinum fyri granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi

Sigurjón Einarsson
29. apríl 2021 kl. 10:20

Ein broyting er gjørd í lýsingartekstinum fyri granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi. 

Faknevndin hevur gjørt av at broyta krøvini til umsøkjararnar: Ein granskari hevur møguleika at søkja sum verkætlanarleiðari á meiri enn einari verkætlan í hesum umfarinum. Lýsingarteksturin er dagførdur samsvarandi hesum. 

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland. 

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshavið og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum.

Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging. 

Mælt verður til, at umsóknir fevna um starvssetanir av ph.d. lesandi ella Postdoc granskarum. Tey, ið verða sett í starv, skulu vera ein part av tíðini í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum.

Tilsamans 16 milliónir krónur eru leysar at søkja í hesum umfarinum. Ein triðingur av útboðnum er ætlaður granskingarverkætlanum í føroyskum sjóøki. 

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er fýra milliónir krónur. Stuðul verður væntandi latin til millum fýra og sjey verkætlanir. 

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her (dagført 27.04.2021). 

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2021 klokkan 12.

Kelda: Granskingarráðið

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

11 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00