Ongi úrslit

Country og blues-festivalurin 2026

Nøvn til tey ungu eisini

Jóhanna Højgaard
21 tímar síðan

-Vit hava fingið øll nøvnini uppá pláss, men hava ikki almannakunngjørt øll enn. Festivalurin hevur ongantíð verið so stórur og havt so nógv nøvn. 

Orðini eigur Allan Samuelsen, fyriskipari av Country-festivalinum, tá vit spurdu hann um hvussu langt tað er komið við fyrireikingunum.

-Spennandi verður! Ikki minst fara tað at koma nøvn til tey ungu, sum vit gleða okkum sera nógv til, heldur Allan fram.

Nøvn sum eru almannakunngjørd eru: Amerikanski countyrsangarin Ray Scott, sum spælir sera siðbundnan countrytónleik. 

Teir lokalu og fantastisku Blátt Gras. 

Hank Williams tulkarin Ragnar í Vík. 

Fasta inventarið, sum altíð hevur verið við á festivalinum, Hallur Joensen.

Country og gospeltulkarin Magni Christiansen. Ungi, evnaríki og góði sangarin Ólavur á Váli. Altíð góði Signar í Homrum, sum plagar at hava eitt spennandi "navn", sum hann tulkar á pallinum. 

Og ikki minst Kristel Lisberg, sum er við fyri fyrstu ferð. Hon spælir nógva staðni, eitt nú niðri í Danmark, og er sera aktiv. 

Annars eru fleiri nøvn, sum fara at verða kunngjørd í næstum.Tað eru bæði útlendsk og føroysk nøvn, sigur Allan at enda.

Spennandi verður at fylgja við tá restin av nøvninum verða avdúkaði.

Sí meira á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30