Ongi úrslit

Closed for Maintenance gevur nýtt lív á Vágseiði

Eitt nýtt útsýnisstað er nú klárt á Vágseiði í Vági eftir arbeiði í samband við átakið Closed for Maintenance.

© Vágs Kommuna
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Luttakarar úr fleiri londum hava í tveir dagar arbeitt við at bøta um økið og gera tað meira atkomuligt fyri bæði vágbingar og vitjandi.

Luttakararnir komu úr Italia, Hong Kong, Írlandi, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Teir hava m.a. gjørt rás, sett hegn upp, gjørt trappur, hampa um lendið, og sett borð, benkir og nýtt skelti upp á Vágseiðnum.

Nýtt skelti við kunning og korti

Nýggja skeltið gevur eina stutta frágreiðing um økið og vísir eitt kort. Kortið vísir rásir, útsýnisstaðir, gomlu neystaleivdirnar og leivdir eftir trábananum.

Closed for Maintenance er eitt ferðavinnuátak hjá Visit Faroe Islands. Verkætlanin í Vági tók støði í økinum við nýggju moldgoymsluni hjá kommununi, har arbeiðið eisini hevur til endamáls at endurskapa lendið til sítt natúrliga skap.

Arbeiðið liðugt og klárt til nýtslu

Arbeiðið er nú liðugt, og økið er opið fyri almenninginum. Vágbingar og vitjandi kunnu nú njóta Vágseiði frá einum nýggjum sjónarhorni. Samstundis hava luttakararnir eisini fingið høvi at uppliva staðbundnu náttúruna og mentanina undir uppihaldinum.

Mynd: Vágs Kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14