Ongi úrslit

Christianskirkjan verður pakkað inn

Nú er farið undir fyrireikingarnar til arbeiðið at skifta tekjuna á Christianskirkjuni

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Articon skrivar soleiðis:

Fyrireikingar til umvæling av Christianskirkjuni

Arbeiðið við at fyrireika umvælingina av tekjuni á Christianskirkjuni er nú farið í gongd. Endamálið er at tryggja, at sjálvt arbeiðið við at skifta tekjuna kann fara fram so trygt og væl skipað sum gjørligt.

Sjálv kirkjan fer at virka á sama hátt undir umvælingini, sum hon hevur gjørt frammanundan. Tað merkir, at kirkjufólkið framvegis kann nýta kirkjuna, meðan arbeiðið stendur uppá.

Sum partur av fyrireikingunum verður kirkjan pakkað inn í krympiplast. Hetta ger, at arbeiðið kann fara fram í turrum umstøðum, tá tekjan verður tikin av, og møguligar rotnar sperrur verða umvældar.

Inni í kirkjuni verða eisini gjørdar serligar fyriskipanir fyri at minka um órógv. Allur bygningurin verður støvtryggjaður, so kirkjufólkið merkir sum minst til arbeiðið. Harumframt verða týdningarmiklir lutir sum orgulið og altartalvan væl vardir undir allari umvælingini.

Við hesum fyrireikingum verður tryggjað, at arbeiðið kann fremjast bæði trygt og við virðing fyri kirkjuni og teimum, sum nýta hana.

Góðan Dýra biðjudag og vikuskifti, skrivar Articon.

Sum tað skilst verður roknað við, at arbeiðið at skifta tekjuna verður liðugt í oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30