Chris Rea, sum er kendur fyri jólahittið Driving home for Christmas, er deyður 74 ára gamal.
Tað boðar ein talsmaður fyri familjuna frá, sambært BBC.
Hann doyði friðarliga á sjúkrahúsinum fyrr í dag mánadag, eftir stutta sjúkralegu. Hann var umringaður av familju síni.
Chris hevur stríðst við sjúku í nógv ár.
Tað kom millum annað fram, at hann hevði stríðst við krabbamein í brisinum fyrst í 2000-árunum. Í 2001 fekk hann so skurðviðgerð har brisin var tikin burtur.
Í 2017 small hann saman á pallinum undir einari konsert í New Theatre í Oxford.
Árið fyri fekk hann heilabløðing, sum noyddi hann at avlýsa allar sínar konsertir.
Chris var giftur og eigur tvey børn.