Ongi úrslit

Chris Anker Sørensen er deyður

Súkkluheimurin í sorg

Dan Lamhauge
19. sepember 2021 kl. 00:28

Fyrrverandi danski yrkissúkklarin Chris Anker Sørensen doyði í ferðsluvanlukku leygardagin. Hann var úti og súkklaði, tá ein vøruvognur rendi á súkklaran, sum doyði av løstunum. Orsøkin til vanlukkuna verður kannað. Chris Anker Sørensen var í Belgia fyri at fylgja við HM í súkkling fyri TV2 Sport, har hann seinastu árini hevur verið viðmerkjari og serfrøðingur. Í summar dekkaði hann Tour de France fyri sama TV2 Sport.

Yrkisleiðin hjá Chris Anker Sørensen vardi frá 2005 til 2018. Síðani hevur hann arbeitt sum viðmerkjari fyri TV2 Sport. Sambært donskum miðlum var hann ein avhildin viðmerkjari.

Leygardagin streymaðu heilsanir úr øllum heiminum inn á danskar miðlar. Eftir Chris Anker Sørensen sita kona og tvær døtur. Chris Anker Sørensen gjørdist 37 ára gamal.

Keldur:

bt.dk

eb.dk

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

11 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00