Ongi úrslit

Býráðið vil geva børnunum mat í skúlanum

– Men tað er eitt dýrt tiltak og nú royna tey at finna út av, hvussu tað skal skipast

Hetta er eitt hjartamál hjá fleiri býráðslimum, og nú verður tað kannað
Áki Bertholdsen
28. mai kl. 11:41

Tórshavnar býráð roynir nú at fáa eina skipan á føtur, at børn skulu fáa mat í skúlanum.

Tað er Tjóðveldi, sum hevur reist spurningin og nú verður arbeitt víðari við tí.

Men tey ásanna, at hetta er ein dýr søga fyri skattgjaldaran og tí skal tað umhugsast gjølliga.

Í hesum sambandi hevur býráðið mett, at er talan um 3.100 skúlabørn, sum fáa mat fyri 50 krónur í part um dagin, kostar tað tilsamans 31 milliónir um árið.

Mett verður, at hetta røkkur til eina høvuðsmáltíð, umframt til ábit við góðum og sunnum mati.

Men ætlanin er, at tað skal vera eitt ávíst foreldragjald, og verður tað 500 krónur um mánaðin í 10 mánaður, gevur tað 15,5 milliónir í inntøku - men tað er bara um so er, at øll foreldur taka av tilboðnum.

Sostatt verða 15,5 milliónir eftir hjá kommununi at rinda.

Tey vísa eisini á, at í teimum nýggjari skúlunum er kantina og hóskandi køk til at gera nógvan mat. Men tað er tað ikki á teimum eldru skúlunum, so har krevjast størri umvælingar og ábøtur, skal maturin gerast á staðnum.

Tey vísa á, at køkin á Skúlanum á Fløtum er gjørd til at gera mat til  700 - 800 børn. Mett verður, at har ber til at gera 450 døgurðar um dagin umframt meira øðrum, køldum mati.

Tey í býráðnum ætla at byrja varliga og tí vilja tey fyrst gera eina royndarverkætlan á trimum skúlum við umleið 280 næmingum.

Tey hugsa um 1.-3. flokk á Eysturskúlanum, har tað eru 118 børn, tey hugsa um 4.-6.-flokk á Skúlanum á Fløtum har tað eru 233 børn. Harumframt hugsa tey um skúlan í Kollafjørði, har tað eru 128 børn.

 – Við hesum fáa vit at vita um tað ber til at gera so nógvan mat um dagin, umfamt um tað ber til at koyra hann út á hinar skúlarnar og at borðreiða fyri næmingunum.

– Vit fáa eisini royndir við matarskipan til eina grunddeild og eina miðdeild í býarskúlum og til allar deildir í einum bygdarskúla, sigur býráðið.

Tey meta, at ein royndarverkætlan við 500 børnum, fer at kosta fimm milliónir krónur, men at foreldragjaldið fer at geva helvtina, ella 2,5 milliónir, í inntøku.

Tó skal roknast við einum hægri kostnaði í royndartíðini, tí tað tekur tíð at seta seta matarskipanina í verk og virksemið í gongd.

Tey eru eisini greið yvir, at støddin á foreldraragjaldinum fer at hava stóra ávirkan á útreiðslurnar hjá kommununi. Men tað fer eisini at fáa stóra ávirkan á, hvussu nógv fara at brúka matarskipanina.

Allir býráðslimirnir taka undir við at málið verður kannað. Býráðið hevur eisini nevnt at fara eina kanningarferð til Íslands fyri at vita, hvussu matarskipanirnar eru har.

Ein slík ferð kostar 250.000 krónur, men tað halda summir býráðslimir er eitt sindur yvirdrivið, tí teir halda, at tað ber væl til at hava talgildar fundir við íslendingar um hetta evnið.

Vit hava meiri um hetta seinni

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00