Appir eru nú ein fastur partur av dagligdegnum hjá brúkarum á snildfon, og fólk brúka eisini meira tíð til tær ymisku appirnar.
Sambært hagtølum hjá Finbold (altjóða hagtalsgrunnur, red.) nýta brúkarar á snildfon í størri londum í miðal 4,32 tímar dagligt á Android-appum. Í triðja ársfjórðingi eru tað brúkarar í Indonesia, sum brúka flest tímar (5,5 tímar), harnæst Brasil (5,4 tímar), brúkarar í Suðurkorea fimm tímar og í India brúka tey 4,8 tímar í miðal um dagin.
Úr rúgvuni kunnu eisini nevnast hesi áhugaverdu londini: Meksiko (4,8 tímar), Japan (4,8 tímar), Kanada (4,4 tímar), Russland (4,3 tímar), USA (4,2 tímar), Turkaland (4,2 tímar), Avstralia (4,1 tímar), Stórabretland (4,0 tímar), Argentina (3,6 tímar), Frakland (3,6 tímar), Týskland (3,3 tímar) og Kina (3,3 tímar).
Onnur áhugaverd hagtøl, verður samanlíknað við annan ársfjórðing í 2021, eru millum annað, at russar hava størstu broyting í tímum frá annan til triðja ársfjórðing, har talið fer frá 3,7 tímum og upp til 4,3 tímar, svarandi til eina hækking upp á 16,21 prosent. Avstralskir brúkarar høvdu næsthægstu broytingina við 13,88 prosentum, meðan Turkaland var fyri ásýniligari negativari broyting upp á 6,66 prosent, verður samanborið við annan og triðja ársfjórðing.
Koronufarsóttin fingið fólk at brúka meira tíð upp á appir
Í frágreiðingini verður drigið fram, at tímarnir, ið verða brúktir upp á appir, eru vaksandi fyri tær fyritøkur, sum hava tilpassað seg til broytta atburðin hjá fólki við at raðfesta snildfonina hægri, og at hesar broytingar millum annað eru komnar vegna alheimskoronufarsóttina, sum hevur broytt vanarnar hjá fólki soleiðis, at nú eru fleiri video-ráðstevnur, meira videosamskifti og fintech.
Ein niðurstøða í frágreiðingini er, at verður hugt í glaskúluna, so fara vit at brúka appir enn meira í framtíðini.
Harumframt koma tøknilig frambrot, sum til dømis 5G-netið, at seta enn meira fokus á appir til snildfonir, sambært Finbold.
Les meira her: https://finbold.com/mobile-users-statistics