Franska sjónleikarinnan Brigitte Bardot er deyð. Hettar boðar tíðindastovan AFP frá í dag. Bardot gjørdist 91 ára gomul.
Hennara arbeiði sum sjónleikari, modell og sangari gjørdi hana til eina av kendastu film-ikonunum í 1950- og 1960-árunum.
Brigitte Bardot gavst við síni filmskarrieru longu sum 39 ára gomul, og halgaði sær restina av lívinum til at stríðast fyri djórarættindum.
- Galskapurin, sum kringsetti meg, virkaði altíð óveruligur. Eg var ongantíð ordiliga fyrireikað til lívið sum stjørna, segði hon við The Guardian í 1996.
Í 2005 skrivaði hon sambært DR, eitt opið bræv til Margrethu drotning, har hon mótmælti grindadráp í Føroyum og ætlanini hjá grønlendsku stjórnini tá, at innføra steypaveiðu eftir ísbjørnum.
Bardot var gift fýra ferðir og átti eitt barn, sonin Nicolas-Jacques Charrier, sum er 60 ár.