Ísrael lat fyrr í dag upp fyri møguleikanum, at sleppa neyðhjálpini yvir Gaza við fallskíggja.
ST, Mellemfolkeligt Samvirke og fleiri aðrir felagsskapir hava kritiserað uppskotið fyri at vera bæði tápuligt, óvirkið og hættisligt. Sí her
Men nú boða Sameindu Arabisku Emiratini frá, at tey beinanvegin fara at taka uppaftur sokallaðu “airdropping-hjálpina” yvir Gasageiran, segði uttanríkisráðharrin í landinum leygardagin.
- Menniskjaliga støðan í Gasa er komin upp á eitt kritiskt og óvanligt støði, skrivar uttanríkisráðharrin í Emirati, Sheikh Abdullah bin Zayed Al Nahyan, í einum uppslagið á X.
Vit vilja tryggja at lívsneyðug neyðhjálp kemur til teirra, sum hava mest tørv á henni, tað veri seg á landi, lofti ella sjógvi.
Neyðflutningsflogferðslan verður tikin uppaftur beinanvegin, sigur hann at enda.
Bretland stuðlar umstrídda uppskotinum
Bretland fer at royna at samstarva við lond sum Jordan, um at senda neyðhjálp loftvegis inn í Gasa.
Tað sigur bretska stjórnin í tíðindaskrivi.
Sambært tíðindaskrivinum tosaði forsetisráðharrin Keir Starmer, eisini í telefon við franska forsetan Emmanuel Macron, og týska samveldiskanslaran Friedrich Merz, um støðuna í Gasa í dag.