Ongi úrslit

Bráðtíðindi: Eftirlýsti maðurin afturfunnin í øllum góðum

Áki Bertholdsen
2. sepember 2025 kl. 08:08

Maðurin, sum vit skrivaðu um í áðni, og sum leitað hevur verið eftir í alla nátt, er afturfunnin í øllum góðum.

Løgreglan sigur, at hann var afturfunnin  beint nú har hann var til gongu á leiðini ímillum Slættanes og Oyrargjógv.

Løgreglan hevur ikki fleiri upplýsingar beint nú, men leitingin er so avblást.

 Nakrir mans, sum høvdu verið eftir nátungum, men seinnapartin fóru løgdu teir á landi á Slættanesi at hvíla seg.

Tann eini maðurin, ein maður í sekstiárunum, avtalaðu við bátsfelagarnar, at hann skuldi fara til gongu til Sandavágs.

Men tá ið hann ikki var komin vegin fram klokkan 21 í gjárkvøldið, var farið at leita við dronu, hundum, fólki og bátum, og í morgun skuldi tyrlan eisini fara at leita - men nú er hann so komin aftur í aftur í øllum góðum.

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10