Nú skal nýggjur kupil byggjast til ein radara á Sornfelli. Og tað hevur bráðskund at fáa hann upp.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í eini áheitan á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.
Tí biðjur hon Fíggjarnevndina játta fýra milliónir til endamálið beinanvegin - uttan at málið fer í Løgtingið - tí tað eru tað ikki stundir til, og slett ikki um so er at bíðast skal eftir løgtingsvalinum.
Annars kostar kupilin seks milliónir, men tvær milliónir útvegar landsstýriskvinnan aðrastaðni.
Hon sigur, at tíðliga í ár skrivaðu Landsverk og Forsvarets Etablissament- og terrænkommando undir sáttmála í sambandi við, at nýggjur lofteftirlitsradari skal standa á Sornfelli.
Sáttmálin fær gildi 1. apríl - um nakrar treytir eru loknar. Ein treyt er at tryggja, at radarin hjá Naviair, sum hevur eftirlit við vanligu loftferðsluni, kann halda fram at virka til, nýggjur radari er settur upp.
Men kupilin er í so vánaligum standi, athann má skiftast. Tey hava fingið tilboð upp á nýggjan radar og verður tikið av nú, tíðliga í mars, ber til at fara undir at seta nýggjan kupil upp í summar.
Verður ikki tikið av tilboðnu nú, fer tað neyvan at bera til at seta kupilin upp í ár, tí har eru so veðurhart, at ber bara til at gera arbeiðið um summarið.
Og verður nýggjur kupil til radaran hjá Naviair ikki verða settur upp í ár, verður nýggi lofteftirlitsradarin hjá verjuni helst seinkaður minst eitt ár.
Í verandi trygdarpolitisku støðu hevði seinkingin verið serliga óheppin, bæði fyri samstarvið við donsku verjuna og fyri NATO, sigur Ruth Vang.
Tørvurin á at hava lofteftirlit við økinum ímillum Grønland og Bretland er eyðsýnt, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at tað er javnan, at onnur spyrja, hvussu gongur við málinum um at seta upp nýggjan radara á Sornfelli. Eftir ætlanini skuldi hann setast upp í 2028.