Ongi úrslit

Borgarafundur verður fríggjadagin um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági

Talan er um eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa eitt livandi, væl skipað og framtíðartryggjað miðstaðarøki

© Mynd: Jóanis Albert Nielsen
vaga.fo
2 tímar síðan

Fríggjadagin 17. apríl kl. 17.00 skipar Vága kommuna fyri borgarafundi um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági. Fundurin verður hildin í Vakstrarhúsinum.

Á fundinum verður lagt fram um arbeiðið við nýggju byggisamtyktini, sum skal seta kósina fyri menningina av miðstaðarøkinum í Sandavági komandi árini. Talan er um eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa eitt livandi, væl skipað og framtíðartryggjað miðstaðarøki.

Borgarstjórin, Bjarni Prior, bjóðar vælkomin og fer at greiða frá endamálinum við fundinum. Síðani leggur Jóan Petur á Stongum, ráðgevi, fram byggisamtyktina og arbeiðið, sum er gjørt.

Eftir framløguna verður høvi hjá borgarum at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Albert Ellefsen, formaður í Teknisku nevnd, og Jóan Petur á Stongum, ráðgevi, svara spurningum og taka lut í kjakinum.

Endamálið við borgarafundinum er at tryggja opinleika og geva borgarum møguleika at ávirka víðari gongdina.

Vága kommuna heitir á allar borgarar og onnur áhugað um at møta og taka lut í kjakinum um framtíðar menningina av miðstaðarøkinum í Sandavági.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

Í gjár kl. 20:30