Ongi úrslit

Bókabyrjan, lesigleði, stjørnudust og ein lýsandi Hilbert

Vit eru altíð takksom fyri, at ítróttarfólk, tónleikarar, prestar og onnur úr almenna rúminum deila sínar lesiløtur við okkum

nám.fo
6. januar kl. 16:57

2025 fer í søguna sum eitt ár, har vit settu serligt fokus á lesing við teimum smáu og lesigleðina. Tilvildin vildi tað so, at ein serligur hundur fekk serliga stóran ans, tá hann endaði sum endurskinsprent á okkara nýggju tasku, samstundis sum teknarin varð heiðraður við landsins fínastu viðurkenning.

 Vit í Føroyar lesa byrjaðu árið við vitjan úr Noregi og Svøríki, har okkara samstarvsfelagar hildu innleiðandi fund við umboð fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin um lesiátakið Bókabyrjan við fyrimynd úr Noregi. Í samstarvi við Kristu Hvannastein, námsfrøðing, skipaðu vit fyri lesiløtum á Bókasavninum við Løkin í heyst, har børn í Runavíkar kommunu luttóku. Bøkurnar, vit lósu, vóru Træið eftir Bárð Oskarsson, Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir og Øll telja við eftir Kristin Roskifte.

 Í vár skipaðu vit aftur fyri Ársins lesiátaki fyri skúlar og dagstovnar. Vinnararnir gjørdust barnagarðsstovan Víkin Fagra í Býlingshúsinum vesturi á Flat, og lesibólkurin Lesigleði á Skúlanum á Argjahamri. Í Víkini Føgru høvdu tey gjørt sítt egna bókasavn, har børnini høvdu verið við til at innrætta savnið. Lesigleði á Argjahamri er ein lesibólkur fyri næmingar í miðdeild og avvarðandi. Dómsnevndin var hugtikin av báðum átøkunum, og námsfrøðingar og lærarar eiga stórt rós uppiborið fyri teirra íkast at stimbra lesihugin hjá børnum frá einum ungum aldri.

 

Les eisini, hvat Beinir lesur saman við vinmonnunum

 Í summar høvdu vit okkara árliga summarátak við kendum føroyingum, sum fortaldu um sínar yndisbøkur, og hvat tey lósu í summar. Vit eru altíð takksom fyri, at ítróttarfólk, tónleikarar, prestar og onnur úr almenna rúminum deila sínar lesiløtur við okkum.

 

Heystið var veruliga eitt gott ár fyri føroyskar høvundar, ikki minst fyri Bárð Oskarsson. Fyrst vann Vónbjørt Vang Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Svørt orkidé, og síðani varð Bárður Oskarsson heiðraður við Mentanarløn Landsins fyri sítt virksemi sum myndprýðari. Heiðurslønin kom, júst sum vit høvdu skipað fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni, har bókin Ein hundur, ein ketta og ein mús varð lisin í skúlum og á stovnum í Norðurlondum. Eisini skipaðu vit fyri tiltaki um bókina á Bókadøgum saman við Føroysku bókasøvnunum. Harumframt endaði Hilbert, eyðkendi hundurin, sum Bárður hevur teknað, á okkara spildurnýggju Føroyar lesa tasku í endurskinsprenti. Somuleiðis varð Kinna Poulsen heiðrað við Heiðursgávu landsins fyri bókina Talandi tómleiki um listarligu yrkisleiðina hjá Bárði Oskarssyni.

 

Og nú vit eru við virðislønir, kunnu vit nevna, at ársins M.A. Jacobsens virðislønirnar eisini fóru til bókmentir. Elin á Rógvi varð heiðrað við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Fornt, Marjun Syderbø Kjelnæs varð heiðrað við Virðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldsøguna Marta Marta og Kinna Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Virðislønina fyri mentanaravrik varð latin Hans Tórgarð, sum umframt sítt lív innan leiklist, eisini hevur spælt ein serligan leiklut innan týðing av altjóða bókmentum til føroyskt.

 

Les eisini: Lesigleði og Víkin Fagra eru Ársins lesiátøk

 Í heyst góvu vit út samrøðubókina Tóra og Sigga og Sára saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags. Samrøðubókin er ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár og varð latin øllum dagstovnum í landinum. Við samrøðubókini ynskja vit at leggja lunnar undir góðu samrøðuna um bókina frá einum ungum aldri. Eisini skipaðu vit fyri áhugaverdum tiltakið um mannarættindi í bókmentum í.s.v. 60 ára føðingardagin hjá Amnesty, sum varð hildin á Reinsarínum.

 Vit rundaðu árið av við at endurtaka átakið við at skriva jólakort, sum aftur í ár var sera væl móttikið av skúlunum kring landið. Átakið er eitt samstarv millum Føroya Lærarafelag, Posta, Johan Mortensen og Føroyar lesa.

 Føroyar lesa ynskir øllum eitt gott nýggjár. Vit vilja takka øllum samstarvsfeløgum fyri gott samstarv í farna ári og síggja fram til eitt spennandi nýtt lesiár.

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50