Ongi úrslit

Bogi kann verða gull verdur fyri B36

Sentrali miðvallarin var tvífaldur málskjútti, tá ið grannauppgerðin í Gundadali enn einaferð endaði 2-2

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Fyrsti dystur hjá B36 eftir 90 ára føðingardagin, sum var næstsíðsta leygardag, 28. mars, var í kvøld, tá ið tað var grannauppgerð í Gundadali.

Mest vanliga úrslitið í grannauppgerðunum í Gundadali í hesi øldini er 2-2, og tað var eisini úrslitið í 90 ára føðingardagsdystinum.

B36 var meiri á bóltinum, og B36 var stóran part av tíðini meiri ágangandi, men tað var HB, sum var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.

Eitt stórt korter var farið, tá ið HB legði seg á odda 1-0. Heini Vatnsdal í B36 verjuni var óheppin, tá ið hann í høgru og í egnum brotsteigi gleið, og tað bar heilt stóran HB møguleika við sær. Á málstrikuni sá tað út til, at B36 bjargaði, men ólukkutíð sprakk bólturin umvegis miðverjan Mattias Weihe Joensen í netið, og so var 1-0 til HB, sum átti heimadyst.

B36 var tó ikki tikið av fótum, og átta minuttir seinni varð 1-1. Væl upplagdi Boubacar Dabo spældi í vinstru til Boga Reinert-Petersen, og sera væl upplagdi miðvallarin sendi við langskoti bóltin í málið.

Fram ímóti steðginum spældi B36 seg í fleiri góðar støður, og tað bar fleiri hornaspørk við sær.

Eftir steðgin legði B36 fyri á sama hátt, og tí var tað vátur vøttur í andlitið, tá ið HB fýra minuttir eftir steðgin legði seg á odda 2-1. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum var millum teir fyrstu ellivu. Hann er fyri stuttum fluttur til HB úr Víkingi, har hann mest sum ongantíð var millum teir fyrstu ellivu. Stefan varð spældur leysur mitt fyri málinum, og einki var at siga til stóra fagnaðin um málið. Hetta var fyrsta ferðin síðani 10. august í fjør, at hann var málskjútti í bestu landskappingini. Ta ferðina vann Víkingur 4-2 ímóti B36, og tá skoraði Stefan Radosavljevic til 4-1.

Fyri tað mesta gekk tað fyri seg millum brotsteigarnar báðar, og HB hevði onkrar vandamiklar støður, áðrenn B36 javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki. Møguleikin stóðst mest sum úr ongum. Kiks í HB verjuni bar við sær, at Bogi Reinert-Petersen var leysur á brotsteigarmarkinum mitt fyri, og so setti hann hegnisliga bóltin dygst inn við stólparótini.

Síðstu løtuna var B36 í onkrum heilt vandamiklum støðum, men tað eydnaðist ikki at skora, og so endaði tað 2-2.

Dagsins maður í Gundadali var Bogi Reinert-Petersen. 33 ára gamli fuglfirðingurin, sum í fjør fór at spæla við B36, var í fjør fongur, tá ið hann var stuðul í bæði verjuni og á miðvøllinum. Nú Heini Vatnsdal av álvara er komin fyri seg, og Børge Petersen eisini er møguleiki í miðverjuni, hevur Bogi Reinert-Petersen higartil í ár fyri tað mesta verið sentralur miðvallari, og hann ger av álvara mun.

Hann er uppií nógvum av framrættaða spælinum, og hann er brandur í verjukenda partinum.

Sambært FaroeSoccer var Bogi í kvøld fyri 239. ferð í landskappingardysti í bestu deildini, og tey bæði málini í kvøld bera við sær, at hann nú hevur skorað 33 mál í bestu landskappingini.

B36 hevur átta stig, og HB hevur sjey stig.

Leygardagin fær B36 vitjan av Skála, og leygardagin fer HB at spæla við Margáir.  

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

Í gjár kl. 09:39