Ongi úrslit

Bogar og pílar eru úr gulli

Føroyar vunnu í dag fimm gullkrónur og eina silvurkrónu í bogaskjóting

Bogaskjótisamband Føroya
14. juli kl. 22:29

Tað gekk heilt væl í bogaskjótingini í oyggjaleikunum í Orknoyggjunum í dag.

Úrtøkan var fimm gullkrónur og ein silvurkróna.

Bogaskjótisamband Føroya skrivar soleiðis:

Nikkel Petersen, Anja Eydnudóttir, Hans Petur Højgaard og bæði liðini vunnu gull, og

Jóannes Poulsen, sum hevði ein vánaligan 90-metur, kom alvorligt afturíaftur og vann silvur.

Øll hini – Pernille Krogh, Tóra Dinna Reynskor og Barbara Krossteig, sum blivu ávikavist nr 5, 7 og 12 hjá recurve-kvinnunum, Helena við Misá, sum bleiv nr 6 hjá compound-kvinnunum, Bárður Magnusson, sum bleiv nr 10 hjá recurve-monnunum, og Bogi Andreasen og Jógvan Niclasen, sum blivu ávikavist nr 5 og 6 hjá compound-monnunum - kunnu eisini vera stak errin av sínum avrikum, sum øll hava verið við til at tryggja báðar liðsigrarnar, skrivar Bogaskjótisamband Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14