Í gjáramorgunin. varð ringt til løgregluna at siga frá, at ein bilur stóð við síðina av vegnum í Kollafjørði.
Men har var eingin hjá bilinum, tá ið løgreglan koma á staðið. Men tey høvdu hund við og tey funnu ymsar lutir í bilinum, eisini okkurt við navnið á.
So tað gekk ikki so long tíð til bilførarin varð funnin, og tá ið løgreglan avhoyrdi hann, játtaði hann eisini, at tað var hann, sum hevði koyrt.
Og tað var ein orsøk til, at hann ikki hevði boðað frá óhappinum, tí nú er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og sostatt er blóðroynd tikin av honum.
Hann er feldur eftir seks tíma regluni sum sigur, at verða bilførarar tiknir við kenning áðrenn seks tímar eftir eitt ferðsluóhapp, verður tað tikið sum um at teir eisini vórðu ávirkaðir, tá ið óhappið hendi - so at nyttar ikki at siga, at tey hava drukkið aftan á óhappið.