Ongi úrslit

Bleiv illur í sær tá ið hann varð purraður út

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Dagurin í gjár var ein av teimum friðarligu hjá løgregluni.

Men seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna av eini matstovu í Havn, tí har var ein maður komin inn - at leggja seg at sova.

Løgreglan sigur, at tá ið hann varð purraður út, og skuldu fáast á dyr, bleiv hann illur í sær. Men tað hjálpti ikki nógv, tí úrslitið var, at løgreglan handtók hann og legði hann í brummuna at sova.

Tá ið hann varð sleptur út aftur, var tað við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.

Annars hendi eitt ferðsluóhapp í Havn í gjár har tveir bilar stoyttu saman. Talan var ikki um fólkaskaða, og skrokkskaðin var lítil.

Men í hesum sambandi er tann eini bilførarin skuldsettur fyri at hava brotið sína treytaleysa víkiskyldu. Tað fer at kosta honum - minst - eitt klipp í koyrikortið. Men tá ið tað elvir til samanstoyt, at bilførari ikki heldur sína treytaleysa víkiskyldu, verður onkuntíð lagt upp til, at hann skal missa koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18