Bitcoin varð fyrst uppfunnið sum eitt alternativ til onnur gjaldoyru sum stýrast av tjóðbankum. Fyrstu ferð ein vøra varð keypt við Bitcoin var í 2010, tá ið Jeremy Sturdivant keypti eina pitsu fyri 10.000 Bitcoin. Við dagsins kursi svarar tað til eitt sindur yvir 7 milliardir krónur.
Bitcoin hevur verið støðugt vaksandi síðani tá, men við stórum lopum upp og niður. Í 2021 nærkaðist ein Bitcoin $69.000, men longu í 2022 fór hon undir $16.000, forklárar Wall Street Journal.
Donald Trump hevur verið fortalari fyri cryptogjaldoyranum, og tað hevur tískil uppliva serligan vøkstur síðani hann vann forsetavalið í USA fyrr í ár.