Í gjáramorgunin ringdi ein maður til løgregluna at melda, at bilurin var stolin í miðbýnum í Havn.
Men løgreglan sigur, at tað gekk bara ein lítil løta, so varð bilurin afturfunnin í vesturbýnum.
Einki var komið upp á hann, so eigarin fekk hann aftur í øllum góðum. Men eigarin hevði latið lyklarnar liggja í bilinum og tað fær hann 1.000 krónur í bót fyri.