Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum bili í Runavík. Talan var um ein eldri bil, sum var til umvælingar.
Løgreglan sigur, at tá ið tey komu á staðið, stóð roykur og eldur úr motorrúminum á bilinum.
Hetta var ein eldri bilur, og eingin var í honum. Men bilurin kolaðist upp og gerst ikki aftur.
Umstøðurnar verða nú kannaðar, men ongar ábendingar eru um nakað illgrundavert, sigur løgreglan.