Ongi úrslit

Bilførari skuldsettur fyri trý lógarbrot í einum høggi

Hann varð tikin í Havn í nátt

Áki Bertholdsen
20. apríl 2025 kl. 09:48

Løgreglan sigur, at tað hevur verið fitt av fólki í býnum í nátt, men at alt hevur verið friðarligt.

Men mitt í nátt ringdi ein bilførari at melda, at hann var blivin ákoyrdur av einum øðrum bili. Men bilførarin, sum hevði koyrt á hann, steðgaði ikki á, men rýmdi av staðnum.

Bilførarin, sum varð ákoyrdur hevði kortini fingið nummarplátuna á bilinum sum rýmdi, so tað gekk ikki leingi áðrenn løgreglan fekk fatur á honum.

Men tá vísti tað seg, at bilførarin hevði havt sínar orsøkir til at rýma undan ferðsluóhappinum.

Hann hevði nevniliga einki koyrikort, og harafturat varð hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Løgreglan sigur, at sostatt varð blóðroynd tikin av honum. Og tilsamans er bilførarin skuldsettur fyri trý lógarbrot, nevniliga fyri at vera rýmdur undan einum ferðsluóhappi, fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, umframt fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Tá ið alt papírsarbeiði var avgreitt, varð bilførarin leyslatin aftur, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00

Útlendingar í Føroyum

Í gjár kl. 07:37