Ongi úrslit

Bílegg tíð til borgaratænastuna

Nú skalt tú bíleggja tíð til borgaratænastuna hjá Føroya Politi í Tórshavn. So sleppur tú undan langari bíðitíð, tá ið tú kemur á politistøðina, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat.

© Mynd: Borgaratænastan hjá Føroya Politi
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 15:05

Á heimasíðuni hjá Føroya Politi skalt tú nú bíleggja eina tíð, áðrenn tú kemur á politistøðina. So sleppur tú undan bíðitíðini, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat. Bílegg tíð her.

Á politi.fo kanst tú eisini lesa meira um, hvat tú skalt hava við tær á støðina.

Enn bert galdandi í Tórshavn

Í fyrstu syftu verður nýggja skipanin hjá borgaratænastuni royndarkoyrd á støðini í Tórshavn. Seinni í ár fer hon eisini at fevna um hinar avgreiðslurnar hjá Føroya Politi í Klaksvík, á Tvøroyri og á flogvøllinum.               

Nógv fólk á støðini hvønn dag

Á politistøðini í Tórshavn koma sera nógv fólk hvønn dag. Ørindini snúgva seg um alt frá pass, visum og revsiváttan til at lata inn funnar lutir ella at melda okkurt. Tað fer sjálvsagt framvegis at bera til at koma ófráboðað inn á borgaratænastuna fyri t.d. at melda eitt mál. Øll onnur viðskiftafólk skulu bíleggja tíð frammanundan.

Upplatingartíðirnar hjá borgaratænastunum kring landið eru gerandisdagar frá kl. 10 – 14. Støðin á flogvøllinum er tó stongd mikudag.  

Bestil tid til borgerservice

Nu skal du huske at bestille tid til borgerservice hos Færøernes Politi i Tórshavn. Så slipper du for lang ventetid, når du møder op på politistationen, og du sikrer dig også betjening.

Du skal bestille tid på forhånd

På Færøernes Politis hjemmeside skal du nu bestille tid, før du møder op på politistationen. Bestil tid her.

politi.fo kan du også læse mere om, hvad du skal medbringe til stationen.

Indtil videre kun gældende i Tórshavn

I første omgang testes det nye borgerservicesystem på stationen i Tórshavn. Senere i år bliver det også indført på Færøernes Politis kontorer i Klaksvík, på Tvøroyri og i lufthavnen.

Mange besøger stationen hver dag

På politistationen i Tórshavn kommer der mange mennesker hver dag. Henvendelserne handler om alt fra pas, visum og straffeattester til aflevering af hittegods eller anmeldelse af sager. Det vil naturligvis fortsat være muligt at møde op uden tidsbestilling, f.eks. for at anmelde en sag.

Åbningstiderne for borgerservice over hele landet er hverdage fra kl. 10–14. Stationen i lufthavnen har dog lukket om onsdagen.

https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/bilegg-tid-til-borgarataenastuna/2025/06/03

Frámelda/dagfør títt hald

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48