Hetta váttar tíðindarásin CNN, sum verður vertur fyri fyrsta av tveimum politiskum orðaskiftum undan amerikanska forsetavalinum, sum verður 5 novembur.
Fyrsta orðaskiftið á CNN verður 27 juni, har veljarar kunnu hoyra bæði valevnini tosa og vónandi próvføra, áðrenn atkvøðan verður givin. Seinna kjakið verður 10 septembur, har sjónvarpsstøðin ABC er vertur.
Mikið orðaskifti - okkurt politiskt, annað minni - hevur annars verður millum partarnar hinumegin kjaktorgið í farnum døgum.
Í sambandi við komandi kjakið hevur Trump skýrt Biden sum hin versta kjakmannin, hann hevur hitt, sum ikki er førur fyri at seta tveir setningar saman. Og Biden sjálvur hevur somuleiðis havt á máli, at Trump tapti bæði kjakini móti honum í 2020, og at hann síðani ikki hevur møtt upp til eitt einasta kjak.
Hvussu leikur fer fram, fáa vit í øllum førum at vita 27 juni og 10 septembur.