Ongi úrslit

Betri karmar til nýskapandi vinnur – starvsfólkapartabrøv

Sjálvandi eigur ongin at verða skattaður av órealiseraðum virðum – heldur ikki av starvsfólkapartabrøvum.

Fróði Magnussen
1 tími síðan

Í flestu londum er vanligt, at starvsfólk hava møguleika at fáa ein part av lønini í partabrøvum ella í rættindum at tekna partabrøv til ein ávísan kurs (warrants ella optiónir).

Á henda hátt gerast starvsfólk partaeigarar í fyritøkuni, og tað skapar  felags áhugamál millum eigarar, leiðslu og starvsfólk. Á fakmáli verður hetta ofta nevnt “alignment”.

Tá starvsfólk eisini eru eigarar, fáa tey lut í virðisøkingini, sum fyritøkan skapar. Tað merkir, at tey, sum eru við at byggja virðið upp, eisini fáa part í virðinum.

Serliga innan start-ups og nýggjar vinnur eru warrants og optiónir ein avgerandi liður. Tað er ein háttur at løna dugnaligum starvsfólkum, tá fyritøkan enn ikki hevur stórt gjaldføri. Í slíkum fyritøkum verður nógv av kapitalinum tey fyrstu árini brúktur til menning og vøkstur, og tí er eigaralutur ofta ein partur av lønini.

Men í Føroyum er støðan ein onnur. Her verða starvsfólk skattað, tá tey fáa rætt til at tekna partabrøv – hóast talan ikki er um eitt veruligt partabræv, men bert um ein rætt. Tað vil siga, at skattur verður kravdur av einum virði, sum enn ikki er realiserað, og sum í veruleikanum kann vera púra óvist.

Hetta er óheppið, og ger tað truplari hjá føroyskum fyritøkum at kappast um dugnalig starvsfólk, serliga í nýskapandi vinnum. Hetta rakar eisini starvsfólk, sum missa møguleikan at fáa lut í framtíðar virðisøkingini. Serliga ung fólk hava ikki tøkan pening til at rinda skatt av einum vinningi, sum tey enn ikki hava fingið.

Tá kapitalvinningsskattalógin varð gjørd í 2001, var ætlanin at gera serligar reglur fyri starvsfólkapartabrøv. Hesar reglur vórðu tó ongantíð settar í verk. Í 2018 varð avgjørt at lata skipanina vera óbroytta, og tí verða starvsfólkapartabrøv framvegis skattað sum gáva – hóast virðið ofta ikki er staðfest upp á tíðspunktið.

Sitandi samgonga boðaði eisini frá í sambandi við broytingar í kapitalvinningsskattalógini í 2024, at arbeiðast skuldi víðari við reglum fyri starvsfólkapartabrøv. Enn er tó einki hent á hesum øki.

Eg og Fólkaflokkurin vilja broyta hetta. Grundreglan eigur at vera einføld: skattur eigur fyrst at verða goldin, tá eitt realiserað virði er staðfest – tað vil siga, tá partabrøv verða seld og vinningur er komin til seljaran. Tá er eisini peningur, at rinda skattin við.

Skulu nýggjar vinnur og start-ups hava góðar karmar at mennast í Føroyum, er hetta ein grundleggjandi fortreyt.

Í teimum londum, sum Føroyar kappast við, er tað ikki vanligt at skatta starvsfólkapartabrøv, fyrr enn ein realiseraður vinningur er komin í hús. Soleiðis eigur eisini at vera í Føroyum.

X við A

X við FróðA Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57