Betri Deildin við monnum: Favorittarnir vunnu sera greiðar sigrar

Tað er stórur munur á fremru og aftaru liðunum í Betri Deildini við monnum

Dan Lamhauge
19. september 2021 kl. 18:17

Allir fýra dystirnir, sum byrjaðu klokkan trý í dag, endaðu við greiðum sigrum til favorittarnar.

Í Runavík tók NSÍ ímóti TB. NSÍ hevur havt tað sera tungt síðani summarsteðgin, tá ársins leikari í fjør, Petur Knudsen skifti Løkin út við Lyngby. Hjá TB hevur onki riggað í ár, og tí liggja teir langt aftastir við trimum stigum.

Tað var eisini alt fyri eitt, at NSÍ legði seg á odda, og longu eftir 27 minuttum hevði Klæmint A. Olsen skorað tríggjar ferðir, og dysturin var avgjørdur. Tá samanum kom, vann NSÍ stórsigur, 7-2. Stóri leikarin var Klæmint A. Olsen, sum skoraði fýra ferðir. Sigurin kundi verið nógv størri, tí tað var so at siga einvegis ferðsla móti TB-málinum. M.a. brendi Mikkel Jacobsen brotspark í fyrra hálvleiki. Helst munnu bæði liðini vera betri nøgd við álopspartin enn við verjupartin. 7 mál er alt ov nógv at lata inn í einum og sama dysti. Hjá NSÍ sá verjuparturin heldur ikki væl út. Absolutta botnliðið var rárasti gestur á NSÍ-hálvuni, og kortini megnaðu teir at skora tvær ferðir.

TB hevur enn teoretiskan møguleika at halda sær í deildini. Veruleikin er helst, at seinastu seks dystirnir skulu bara avgreiðast, tí tað sær ikki pent út. Spælið hongur als ikki saman, og satt at siga, so eru leikararnir ikki í nóg góðari venjingarstøðu. Á Tvøroyri skulu tey nú fyrireika seg upp á minst eitt ár í næstbestu deildini.

Í Havn møtti B36 ógvuliga lítlari mótstøðu, tá fuglfirðingar vóru og vitjaðu. Í ÍF stendur til steinin, liðið hevur ongan dyst vunnið síðani 16.mai. Nú liggja teir til niðurflyting og hava truplar dystir eftir. Hjá B36 kemur tað væl við, at Sebastian Pingel aftur er farin at skora mál. Seinasta vikuskiftið skoraði hann móti 07Vestur og í dag skoraði hann tvær ferðir.

KÍ stevnir beint móti FM. Aftur í dag vunnu teir greiðan sigur, tá 07Vestur vitjaði. KÍ er í einum flokki fyri seg. 20 sigrar, tveir javnleikir og eina málúrtøku á 87-6. Tað megnaði 07Vestur ikki at gera nakað við. Teir royndu at verja fyri, men tað var ov stórur munur á liðunum. KÍ vann dysti 4-0, og sigurin kundi lættliga verið størri. Merkisvert er kanska, at bæði Jákup Andreassen og Bob Sumareh byrjaðu á bonkinum.

Fjórði dysturin, sum byrjaði klokkan 15 var oyggjauppgerðin í Sarpugerði. Víkingur móti B68. Eins og í Trongisvági fyri viku síðani, so legði Víkingur fyri sum eitt óløgi. Tá farið varð til hálvleiks, var dysturin í roynd og veru avgjørdur, tí tá var longu 3-0 til Víking, sum var greitt omaná. Móti endanum megnaði B68 at minka um munin, so endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til heimaliðið.

NSÍ-TB

1-0  Klæmint Olsen

2-0  Klæmint Olsen

3-0  Klæmint Olsen

3-1 Samudeen Musah

4-1 Aron Knudsen

5-1 Klæmint Olsen

6-1 Atli Petersen

6-2 Sascha Schmaiz

7-2 Tróndur Jensen

B36-ÍF

1-0  Sebastian Pingel

2-0  Hannes Agnarsson

3-0  Bjarki Nielsen

4-0  Sebastian Pingel

5-0  Martin Agnarsson

KÍ-07Vestur

1-0  Páll Klettskarð

2-0  Árni Frederiksberg

3-0  Jóannes Bjartalíð

4-0  Jóannes Bjartalíð

Víkingur-B68

1-0  Noah Mneney

2-0  Andreas Lava Olsen

3-0  Jákup Johansen

3-1 Andri Benjaminsen