Ongi úrslit

BETALDAN BARSIL

Sunnvá Dahl Høgfeldt
3 tímar síðan

Færri børn verða fødd, og tað er ikki løgið, at gongdin er ,sum hon er. Tá vit skapa betri karmar fyri barsil og familjulív, styrkja vit bæði familjurnar og javnstøðuna í Føroyum.

Lønargjógvin millum kynini í Føroyum er stór, og hendan gjógvin byrjar, tá familjur fáa børn. Tað er eingin loyna, at tað er dýrt at liva og at seta búgv í Føroyum, og veruleikin er, at tað er ein kempi stór útreiðsla at gerast foreldur. Her hugsi eg ikki bara um bilstólar, barnavognar, stovnsgjøld og klædnastøddir, ið skifta fleiri ferðir um árið. Eisini barsilin er ein útreiðsla hjá flestu foreldrum, og tað fíggjarliga kann verða avgerðandi fyri, um fólk fáa sær børn ella fleiri børn. Tað fíggjarliga er í nógvum førum eisini avgerandi fyri, hvussu foreldur velja at deila barsilin millum sín.

Fyrstu mánaðirnir í lívinum hjá børnum okkara, eru sera umráðandi fyri menningina, og tí eiga foreldur at fara á barsil uttan at stúra fyri, at búskapurin ikki hongur saman.

Fyri meg er hetta eitt spurningur um virði. Tí vil eg arbeiða fyri at vit fáa eitt samfelag, har familjur verða stuðlaðar, og at øll foreldur hava møguleika at vera saman við børnum sínum fyrstu tíðina.

Eitt samfelag, sum vil hava fleiri familjur og fleiri børn, má eisini skapa karmarnar. Vit ynskja at hækka barsilsgjaldið til 60.000kr. og hetta verður fíggjað við tí yvirskotinum, ið longu nú er í barsilsgrunninum. Tað skal ikki vera ein útreiðsla fyri familjur at fara í barsil!

Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57