-Vit skulu framhaldandi bert taka arbeiðsfólk inn frá londum, sum vit longu fáa arbeiðsmegi frá, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í samrøðu við Kvf í dag.
Vit vilja ikki hava fólk til landið, sum hava eina heilt aðra samfelagshugsan, leggur hann afturat. Við tí sipar hann millum annað til, at tosað hevur verið um at fáa eina moské í Føroyum.