Ongi úrslit

Bátastevnan í Vestmanna: Skráin klár frá hóskvøldi til leygardag

Bátastevnan í Vestmanna verður hildin frá hóskvøldi 14. mai til leygardag 16. mai 2026. Skráin fevnir um tónleik, tiltøk í tjaldinum og á keiini, kirkjutiltøk og ymisk tilboð fyri børn og familjur.

Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Hóskvøldið byrjar skráin klokkan 18.00 við matarsølu í stóra tjaldinum. Samstundis eru kirkjutiltøk í Vestmanna kirkju við Vestmanna sangkóri og Gospelkórinum Brak. Seinni um kvøldið, frá klokkan 20.00 til 22.00, verður felagssangur við Magnusi og Rasmus Magnussen á lítla pallinum.

Fríggjadagur við breiðari skrá

Fríggjadagin heldur skráin fram við tiltøkum frá klokkan 16.00. Í ítróttarhøllini eru barnatiltøk og framførslur, millum annað við Beini Hallsson og Trølla Pæturi. 

Á kaiøkinum byrja konsertir frá klokkan 19.15 við fleiri kendum nøvnum, millum annað Danny & The Veetos og Grandma’s Basement. Tiltøkini halda fram til klokkan 03.00.

Leygardagur við tiltøkum allan dagin

Leygardagin byrjar dagurin við morgunmati í tjaldinum frá klokkan 09.00. Seinni er opin hús í Sálmistovu fjósinum í Skálum og sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. 

Seinnapartin eru spøl í ítróttarhøllini og harmonikutónleikur í tjaldinum.

Tónleikur og felagsskapur um kvøldið

Leygarkvøldið er høvuðsveitsludagurin. Frá klokkan 18.00 er ókeypis grillaður laksur á Hólminum, og tónleikur byrjar við LM Band. 

Seinni spæla fleiri bólkar og tónleikarar, millum annað Páll og Gardar, Shamrock og Summersong Band. Tiltøkini halda fram til klokkan 04.00.

Meira info og atgongumerki á https://www.bs.fo/ 

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30