Ongi úrslit

Barber Pop-Up í Borg á Glyvrum

Eitt gott høvi at fara ein túr í Eysturoynna í vikuskiftinum

Jóhanna Højgaard
7. november kl. 21:30

Leygardagin 8. og sunnudagin 9. november verður eitt spennandi vikuskifti við m.a. pop up-barberum, fyrilestrum, undirhaldi, matvogni og góðum tilboðum.

Sjóneyka verður sett á menn, trivnað, heilsu og lívsgleði.

Leygardagin frá kl. 16.00 til 20.00 verður Barber Pop-Up í Borg á Glyvrum sum partur av tiltakinum Kom og MENN’ist

-Royndi barberurin, Jógvan, og nýútbúni Barber-Kaj standa klárir við maskinuni og saksunum, boða tey frá í Borg.

Tórbjørn Jacobsen skrivar á Facebook, at hann hevur avtalað við sín hárskera, sum hann hevur havt í meiri enn 55 ár, Jógvan, at hann skal seta seg í stólin kl. 17.00.

Tá fær ein altso møguleikan at síggja hvat ein royndur barberur dugur til.

Myndin er frá ferðini, tá íð Torbjørn skuldi klippast og rakast eftir at hava spælt leiklutin Mr. Bumble í Oliver Twist leikinum í 2014.

Kom og MENN’ist – við góðum stemningi og spennandi tiltøkum, bjóðar Borg.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14