Ongi úrslit

Bakkafrost leggur seg ikki út í linjuføring av Suðuroyartunlinum

Bakkafrost
7. november 2025 kl. 00:14

Í sambandi við kjakið um linjuføring og møguligar leiðir í sambandi við ein Suðuroyartunnil, hevur verið nevnt, at Bakkafrost á ein ella annan hátt skuldi hava áhuga í, hvussu ein møgulig tunnilsleið verður løgd. Tað er ikki rætt.

Bakkafrost leggur seg als ikki út í, hvussu landið velur at leggja ein møguligan Suðuroyartunnil.
Talan er um eina almenna verkætlan, sum er landsins ábyrgd, og sum verður umsitin og avgjørd av myndugleikunum.

Sum eitt stórt føroyskt virki hevur Bakkafrost sjálvandi áhuga í, at góð ferðsluviðurskifti eru millum landslutir - eisini til Suðuroyar og Skálavíkar, har fyritøkan byggir eina nýggja smoltstøð.

Men Bakkafrost hevur ongantíð hvørki viðmerkt ella umrøtt síni áhugamál við nakran av pørtunum, hvørki so ella so.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10