Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum. Talan var um ein bil, sum var komin nakað langt og ætlaði at venda á vegnum.
Men har kom ein bilur aftan fyri og endin var, at teir stoyttu saman.
Løgreglan sigur, at skaðin var lítil, og fólkaskaði var eingin.
Men løgreglan sigur eisini, at í hesum føri fingu báðir bilførararnir bót fyri at seta ferðslutrygdina til viks - annar fyri at venda mitt á vegnum, uttan at tryggja sær, at tað var trygt, og hon fyri at koyra fram um ein bil, uttan at ansa eftir.