Ongi úrslit

B71 hevur sett nýggjan venjara

Nichlas Hjertstedt, sum hevur verið høvuðsungdómsvenjari, er nú eisini venjari hjá liðnum í 1. deild

B71
8. mai 2025 kl. 19:30

B71 skrivar soleiðis í dag:

Fyri nøkrum vikum síðani søgdu vit farvæl við venjaran hjá besta liðnum, Richard Goffe, ið hevur tænt felagnum væl farnu 5 árini.

Sum ein fyribils losyn tók høvuðsungdómsvenjarin, Nichlas Hjertstedt, yvir og stóð eisini á síðulinjuni seinasta fríggjadag, tá besta mansliðið vann 2-1 ímóti B36 á heimavølli.

Avtalað er nú gjørd millum partarnar, at Nichlas heldur á fram at røkja leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari, umframt sum høvuðsvenjari hjá monnum til summarhálvuna. Eftir summarhálvuna verður Nichlas so fulltíðar venjari hjá besta mansliðnum.

Av tí sama, so verður í løtuni leitað eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, ið skal setast í starv til 2. hálvu av kappingarárinum.

Til lukku til nýggja høvuðsvenjaran og blíðan byr.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57